“Vit taka ikki ímóti hasum fløskunum”



Hvør kennir ikki til hetta aftursvarið, tá farið verður til handils við einnýtisíløtum!

Føroyska pantskipanin er avoldað og egnar seg ikki til eitt samfelag, sum vil verja um umhvørvið.

Í dag er tað soleiðis, at brúkarin má fara á fleiri ymisk støð við sínum einnýtisíløtum, at fáa pantið aftur og tað kemur meir enn so fyri, at fólk ikki tíma hettar rennaríið. Tískil fer ofta okkurt, sum kundi verði endurnýtt, í vanliga skrelliposan og í ringasta føri endar tað í náttúruni.

Í Føroyum mugu verða nakrar støðir, har ein kann lata alt sítt pant inn og fáa pening fyri hettar. Tað verður brúkaravinarligt og ikki minst náttúruvinarligt.

Millum annað hesum vil arbeiða fyri.

Sámal Hanni Lognberg Valevni fyri Sambandsflokkin.