Vit øll kunnu luttaka í jaligasta og stuttligasta stuðulsátakinum nakrantíð


Eg eri ikki røðuskrivari hjá løgmanni, eiheldur løgmaður ella embætisfólk. Tí er hetta, eg nú skrivi, ein av teimum so ópopuleru "heimagjørdu meiningunum" (fyrr var tað loyvt, men síðani grækarismessu í ár verður tilmælt ikki at hava slíkar...)


Um tað stóð til mín at mynda dagsins tekst, hevði eg sagt hetta: "Summarið 2020 fara vit at gera til summarið, tá vit valdu at nýta okkara serstøðu sum oyggjaland til at geva okkara fólki tað, sum hvør einasti okkara stundar eftir, og sum kann bjarga føroysku tænastu- og upplivingarvinnuni - frælsi at vera úti og vera saman.


Vit fara nú frá strategiini at halda aftur, og fara heldur at hátíðarhalda og at halda um! Enn hava vit kjansin at bjarga einum stórum parti av føroysku fyritøkunum, sum veita upplivingar og tænastur. Um vit sjálvi seta okkum við matstovuborðini, keypa atgongumerkini og leiga kømrini, sum útlendsk ferðafólk ikki fara at nýta í ár.


Vit hava eitt einastandandi høvi at vísa, at vit veruliga meina tað, tá vit siga okkum vilja hava føroyska framleiðslu, uppfinnsemi og eitt margfeldi av fyritøkum - við at keypa frá teimum!


Góðu føroyingar, tí snara vit nú. Gera tingini einføld, og gera hurðagloppið, har fólk sleppa inn í landið, enn smalri. Loyva bert smittufríum fólki inn í landið, so øll vit, sum eru innanfyri, kunnu liva frælst. Vit kunnu taka allar avmarkingar av, skipa fyri konsertum og festivalum, eta saman á matstovum, halda veitslur, rógva, sparka fótbólt - alt tað kunnu vit, um vit bert forða fyri, at smitta verður borin til landið.

Vit hildu, tá smittan kom higar, at væl fór at verða sloppið, um vit kláraðu at halda talið av intensivum sjúklingum undir 20, men óttaðust fyri støðum, har vit noyddust at velja, hvør skuldi sleppa í respirator og ikki. Men vit vóru øll so nærløgd og seriøs, at vit aldrin komu nærhendis hesum sváru støðum. Ongin er deyður í Føroyum av covid-19.


Vit kunnu nú hyggja upp og meta um, hvar hetta væl táttaða bandið, vit hava lagt á okkum sjálvi, hevur gnagað seg inn. Og tað er skjótt at síggja, at tað er hjá teimum, sum veita upplivingar og tænastur, at sárini eru. Tey sleppa ikki at selja til sín størsta málbólk, tey útlendsku ferðafólkini.


Í staðin fyri hjálparpakkar kunnu vit øll luttaka í jaligasta og stuttligasta stuðulsátakinum nakrantíð - vit kunnu gera summarið 2020 til summarið, tá vit bóru hvørt annað uppi! Fara til føroyskar filmar, eta føroyskan mat, fara til føroyskar festivalar, gista á føroyskum hotellum - og tað letur seg gera, tí vit minka duragloppið. Stongja ikki dyrnar, men bara tryggja okkum, at ongin við corona-smittu kemur inn."

Ja. Hetta haldi eg, at løgmaður burdi sagt. Tað hevði givið vón, sett hugskotini í gongd, fingið okkum øll spent og at glett okkum til summarið. Givið samanhald og hasa góðu kensluna av at kunna nakað serstakt, sum lítið fólk úti í havi. Men hetta er so bara mín heimagjørda ikki-sertifiseraða-av-hygiejnukommissiónini-meining.


91 views