Við landsliðnum í Baltic Cup




U15 gentulandsliðið hjá Føroyum luttók í Baltic Cup, saman við baltisku londunum Estland, Lettland og Litava.

Forvitnisligt var tað at ikki minni enn tvær damur úr Sandoynni og Húsavík vóru við í ferðalagnum.

Jóhanna Sørensen, dóttir Kára Sørensen og Miriam Fossdalsá var úttikin sum leikari, meðan Gerda Bjarkadóttir Magnussen, vanliga úr B71, var við sum fysioterapeut.

Havandi í huga at bygdin hevur færri enn 100 íbúgvar, er tað merkisvert hvussu góð evnir og hegni til ítrótt er komið burturúr.

Sum skilst, so spældi kappingin væl av og Gerda sjálv rósti leikarunum og ikki minst Jóhonnu, ið skilligt nokk fekk bestu skoðsmálini.

B71 gleðist har tað gongur væl og vit eru spent at vita hvørji onnur ítróttarevnir fara at spretta burturúr ymsu bygdunum í framtíðini.


Hetta skrivar B71 á Facebook


Bára Joensen eigur myndina

83 views