Verður á Havnini hóskvøldið


Farmaskipið, sum SSL hevur keypt at røkja sandoyarleiðina saman við Teistanum, er nú á veg til Føroya.


Hasfjord, sum skipið enn eitur, verður á Havnini hóskvøldið.


Skipið tekur 12 ferðafólk. Tað er bygt í 1975.


Skipið var ætlað til at sigla við farmi um Skopunarfjørð, tí Teistin klárar ikki allan flutningin nú so nógv virksemi er í Sandoynni.


Á kunnandi fundi, sum leiðslan á SSL skipaði fyri í síðstu viku kom fram, at ætlanin nú er at Hasfjord skal sigla kvøldtúrarnar ístaðin fyri Teistan.


Les eisini: Hatta er tvætl tit koma við




59 views