Velja nevndirnar av nýggjum


Bygdarráðið á Sandi fer í næstum at velja nevndirnar av nýggjum.


Fundur var lýstur at vera í kvøld. Einasta mál á skránni var val av nevndum, men hesin fundurin er fyribils útsettur.


Bygdarráðið valdi í síðstu viku Poul D. Klementsen til borgarstjóra, eftir at Eyðvarður Petersen, varaborgarstjóri, í eina tíð hevði røkt borgarstjórastarvið.


Sum er situr Poul í fleiri av nevndunum, men hetta er ætlanin at broyta, nú hann er vorðin borgarstjóri.





0 views