Vaska bilar í Sandoynni


Tóri og Magnus, sum reka fyriføkuna BILREINS, eru í Sandoynni í dag og vaska bilar.


Hetta er aðru ferð teir eru í Sandoynni.


Bilreins bjóðar ymisk sløg av reingerð. Á myndini eru teir í holt við eitt "Innan-reins." Tað umfatar at rudda og dustsúgva bilin, reinsa mottur, blása kabinuna við trýstluft og seturreinsing.


Teir bjóða eisini meira umfatandi reingerð, sum teir nevna "Luksus-pakkin" og "Luksus-pakkin pluss."


Bilreins er Føroya fyrsta flytføra bilvask. Teir koma á staði har bilurin er at gera arbeiðið. Við sær hava teir vatntanga, streym, trýstluft og dampreins og annars alt, sum brúkast skal í arbeiðnum. Hetta hava teir alt í bilinum. Tað einasta, sum viðskiftafólk skulu hugsa um, er at hava bilin opnan, so teir fáa gjørt sítt arbeiði.


214 views