Valfundur á Hotellinum




Í annaðkvøld, 21. august, verður valfundur á Hotel Skálavík.


Tað eru valfeløgini í Sandoynni, sum skipa fyri fundinum, sum byrjar kl. 18.30.


Evnini sum verða viðgjørd eru rættiliga aktuel, serliga her í oynni.


Fyrst á skránni er samferðslan. Eitt er at tunnilin letur upp um fýra ár, men hvat við sambandinum um fjørðin hesi fýra árini, og hvat við vegakervinum í oynni, tá tunnilin verður opin?


Annað evnið hevur heitið: "Føtur undir egið borð." Eitt er at húsaprísirnir eru hækkandi og hava ongantíð verið so høgir sum nú. Annað er at fíggingarmynstrið er broytt soleiðis, at ikki er líka lagaligt at fáa bústaðarfígging á smærru plássunum, sum tað er í meginøkinum.

Triðja evnið er ferðavinnan. Tað hevur verið nógv kjak um ferðavinnuna í seinastuni. At fáa ferðafólk at koma til Føroya hevur eydnast so mikið væl, at tey, sum varða av teimum mest vitjaðu ferðamálunum, vita ikki rættiliga hvussu leggjast skal til rættis. Hvussu fer undirstøðukervi hjá okkum at klára ferðavinnuna tá koyrandi verður í oynna.


2 umboð fyri hvønn flokk verða við á fundinum, og høvið verður hjá fundarfólkinum at seta valevnumnum spurningar. Orðstyrari er Sólvit E. Nolsøe við hjálp frá Hendrikki Egholm.