Várdagarnir verða 24.-26. apríl


Várdagarnir í Skopun, verða í ár hildnir frá 24. til 26. apríl.


Tað var á várdøgunum í fjør, at standmyndin av Petur Mohr Dam varð avdúkað og Selatraðneystið bleiv tikið í brúk.


Skráin er ikki almannakunngjørd enn, men skeita vit í skránna frá í fjør sæst týðuliga, at søga og mentan fingu gott pláss í skránni, og at lokalu kreftirnar sluppu framat á øllum pallum. Tað veri seg við røðum, fyrilestrum, sangi og tónleiki.


Várdagarnir í fjør eyðnaðust framúr væl, og tí er ikki óhugsandi at nøkur av somu tiltøkunum verða sett á skránna aftur í ár.


Tað er Skopunar kommuna, sum skipar fyri várdøgunum.

44 views