Vánaliga veðri seinkar tunnilsarbeiðinum

Í síðstu viku vóru boraðir 84 metrar av Sandoyartunlinum. Í alt eru nú boraðir 2.243 metrar, av 10.785 metrum.
Arbeiðið í Traðardali var ávirka av vánaliga veðrinum, sum darvaði siglingina hjá Teistanum.
Í Traðardali vóru boraðir 11 metrar. Har eru nú boraðir 1.322 metrar.
Á Gomlurætt vóru boraðir 73 metrar. Har eru nú boraðir 921 metrar.
Sandoyartíðindi á sa2.fo
45 views0 comments