Ung í arbeiði

11 ungdómar eru í ár við í "Ung í arbeiði" á Sandi.
Sands kommuna skipar aftur í ár fyri átakinum "Ung í arbeiði", og komandi tvær vikurnar fara 11 ung at gera ymiskt arbeiði fyri kommununa, so sum at mála, sláa, stoypa og ymiskt annað.
Í dag vóru nøkur og málaðu borð og benkur úti við kirkjugarðin, nøkur slóu økið við egningarskúrarnar og kamping øki, og nøkur hampaðu øki rundanum gamla skúla.
53 views0 comments