Tvey nøvn afturat


10. mai bleiv fyrsta navnið til seinsummarkonsertina í ár kunngjørt. Tað var Ingi Poulsen og síðani tá eru onnur so við og við komin afturat.


Nú øll skráin í dag bleiv kunngjørd eru tvey nøvn komin afturat. Tað eru brøðurnir Eyðun og Rani Nolsøe.


Nolsøe brøðurnir hava verið virknir á føroyska tónleikapallinum í eini 35 ár, bæði sum limir í Frændum og sum einstaklingar. Teir hava gjørt og útgivið eitt ótal av landaplágum, og hava spælt at kalla allastaðni har spælast kann. 24. august vera teir eisini á Ljósafløtti.


Her er skráin fyri konsertina.



0 views