Trivaligur sigur til B71

Í dag bleiv dysturin í 17. umfari í landskappingini leiktur móti 07 Vestur á vøllinum ínni í Dal.
Úrslitið bleiv ein trivaligur 4-1 sigur til B71.
Undan dystinum lá B71 á 7. plássi við 16 stigum, meðan 07 Vestur lá á 1. plássi við 34 stigum.
Eftir dystin í dag liggur B71 á 5. plássi, við 19 stigum.
Næsti dysturin hjá B71 er sambært leikskránni móti EB/Streymi á útivølli tann 10. august.
47 views0 comments