Trailari stóð fastur á ferguleguni

Hesin trailarin við útgerð til tunnilin stóð fastur á Ferguleguni í Skopun í morgun.
Trailarin var á veg í land av Teistanum, tá hann botnaði á knekkinum millum ferguleguna og kaiina.
Ferðafólk, sum høvdu bilin við, sluppu ikki í land, men máttu bíða í hálvan tíma til trailarin var fingin leysur aftur .
Sambært ferðaætlanini skuldi Teistin siglt aftur av Skopun kl. 10. 30, men sigldi ikki fyrr enn kl 11.10