Tríggjar umsóknir komu til starvið


Freistin at søkja starvið sum leiðari á Listasavninum var úti mánadagin.


Tríggjar umsóknir komi til starvið.


Niels Uni Dam, formaður í stýrinum fyri Listasavnið, sigur, at tað eru væl kvalifiseraðar umsóknir.


Í næstu viku fer stýrið at viðgera umsóknirnar og taka avgerð um hvør setast skal í starvið.


Talan er um parttíðarstarv við fastari mánaðarløn alt árið. Frá hvítusunnu til ultimo august eru fastar upplatingartíðir, meðan savnið restina av árinum er opið eftir avtalu, arbeiðstíðin er í miðal umleið ein triðingstíð, tó meira enn hetta um summarið, og væl minnið enn hetta um veturin.

62 views