Tordis segði farvæl



Væl av fólki var samankomið í Selatraðneystinum í Skopun seinnapartin í dag at heilsa uppá Tordis, nú hon gevst sum leiðari á Sandoyar kunningarstovu.


Har vóru nevndarlimir í Sandoyar sýslu ferðalag, veitarar innan ferðavinnu í Sandoynni, politikarar, fyrrverandi starvsfólk á Kunningarstovuni og onnur, sum eru komin at kenna Tordis hesi - gott tvey árini, hon hevur verið leiðari á Kunningarstovuni.


Hanna á Reynatúgvu, bygdarráðslimur á Sandi og fyrrverandi leiðari á Kunningarstovuni tók orðið. Hon takkaði Tordis fyri tað góða arbeiði hon hevur gjort og minti samstundis á, at neyðugt er at taka lógvatak og føra tað góða arbeiði á Kunningarstovuni víðari.


Tordis fer nú at byrja í nýggjum starvi hjá Green Gate Incoming, har hon fer at arbeiða við vinnu-ferðavinnu.


Enn er ikki søkt eftir nýggjum leiðara til kunningarstovuna. Fyribils fer Frida Poulsen at røkja starvið. Frida hevur starvast á kunningarstovuni síðan síðsta summar.


Jóan Pauli Helgason eigur myndina.



92 views