Tjóðhild verður háskúlastjóri


Stýrið fyri Háskúlan í Sandoynni hevur sett Tjóðhild Patursson til stjóra á skúlanum.


Tjóðhild hevur seinastu árini, saman við øðrum rikið mat- og kunningarstovuna "Gimburlombini" í Nólsoy. Hennara arbeiði í Nólsoy hevur givið afturljóð. Tað var í síðstu viku at "Gimburlombini" vunnu Embla heiðurslønina, sum besta mat-ferðamál í norðurlondum.



1,498 views