Tilbúgvingarhøllin reist

Høllin, sum Sands kommuna letur byggja inni í vika, verður reist í dag. Høllin verður byggd inni í Vika, undir liđini á høllini hjá Bjargingarfelagnum.
Tað var 2. juli, at Sands Kommuna og Articon undirskrivaðu sáttmála um bygging av høllini. Kostnađurin liggur um 10000 kr/fermeturin.
Talan er um eina kombinerađa arbeiđs- og tilbúgvingarhøll, sum verđur um 400 fermetrar til støddar.
Høllin kemur at betra umstøđurnar hjá brandliđnum í kommununi, samstundis sum kommunan kemur at fáa øll ambođ o.a undir tak viđ hita í.
27 views0 comments