Tey ungu í Húsavík farin til arbeiðis

Í Húsavík verður eisini skipað fyri "Ung í arbeiði"
Fýra ung eru við hesaferð. Tá vit hittu tey í morgun prátaðu tey við arbeiðsformannin um dagsins uppgávu.
Hetta er triðji dagurin, og í bygdini sæst týðuliga er tey eru farin í sving.
Sligið er fram við vegnum, tað sama fram við kirkjugarðinum, og í dag bleiv arbeitt millum garðarnar mitt í bygdini. Har bleiv sligið og annars hampa um.
Her eru nakrar myndir úr skúlanum, har "kaffisteðgurin" bleiv hildin við nýbakaðum belgiskum vaflum og øllum sum hoyrir til.
166 views0 comments