Tey nýggju ferðamálini


Sandoyarsendingin á R7 mánadagin, snúði seg um ferðavinnu í Sandoynni.


Í sendingini var prátað við leiðaran á Sandoyar Kunningarstovu, Tordis á Rógvu Simonsen. Hon greiddi millum annað frá um átakið "Closed for Maintenance" sum var í apríl mánað.


Tríggjar verkætlanir vóru í Sandoynni hesar dagarnar. Tað var viðlikahald av bygdagøtuni millum Dal og Skarvanes, og tvær smærri verkætlanir, sum ikki kunnu kallast viðlíkahald, men heldur fyribyrging.


Tær vóru báðar til støð, har útsýni til vestursíðuna á Sandoynni er serliga gott. Fremmand ferðafólk hava hoyrt um og sæð myndir av drangunum vestanfyri, og royna tí at leita eftir støðum har teir síggjast, til ampa fyri bæði eigarar av høgunum og onnur.


Tí eru leiðir nú merktar við skiltum og "prestum" til eitt stað í Søltuvík, kallað Úti á Egg, og niðan á Lírabergsháls, vestanfyri Skopun.

0 views