Teistin skal framhaldandi sigla kvøldartúrarnar.



Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu nógv manglar í játtanini hjá SSL fyri at Teistin kann sigla teir tveir seinastu kvøldtúrarnar á ferðaætlanini á leið 60?

2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at Hasfjord røkir kvøldarsiglingina á leið 60?

3. Kunnu vit vænta, at henda ferðaætlanin verður galdandi líka til Sandoyartunnilin er liðugur?4. Og um so er, hvussu væntar landsstýrismaðurin, at tað kemur at ávirka trivnað og mentan í oynni, at tað bert er pláss fyri 12 ferðandi umborð á Hasfjord?   Svar til spurning 1 Rakstrarjáttanin hjá Strandfaraskipum landsins er fyri alt virksemi stovnsins, og er ikki markað beinleiðis til ávísar farleiðir, til dømis Gamlarætt- Sandoyar/Hest farleiðirnar. Tað er samlaða játtanin, sum skal halda. Svar til spurning 2, 3 og 4 Hasfjord er farmaskip, sum skal flyta tungan farm millum Gomlurætt og Skopun, og hevur skipið ferðafólkaloyvið til 12 ferðandi. Hasfjord verður sett í sigling í næstum, og arbeiðir Strandferðslan við ymiskum uppskotum um hvussu skipið á besta hátt kann verða partur av ferðaætlanini á leiðini. Samskift verður við vinnufyritøkur um hvussu farmaflutningin skal skipast.   Strandferðslan tók herfyri málið upp á almennum fundi í Skopun, um at Hasfjord kann sigla við ferðafólki á kvøld. Ferðaætlanin er sostatt ikki viðgjørd enn, men ætlar landsstýrimaðurin at Teistin framhaldandi skal sigla kvøldartúrarnar.   Eitt væl virkandi samferðslukervi og gott ferðasamband, hevur alstóran týdning fyri trivnað og menning í Føroyum, og vil landsstýrismaðurin tryggja, at ferðasambandið á Sandoyarleiðini er gott.Viðmerkjast kann, at arbeiðið við Sandoyartunnlinum gongur eftir ætlan. Nú eru eini 3,5 kilometrar boraðir. Tunnilsfelagið metir at sprongt verður ígjøgnum seinast í 2021, og at tunnilin letur upp fyri ferðslu í desembur 2023. Tinganes, 16. mars 2020 Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum


42 views