Teistin fer á beding í næstu viku

Í samband við at Teistin ferð á beding 02.09.2019, verða hesar broytingar í siglingini hjá Strandfaraskipum Landsins:
Frá 02.09.2019 siglir røkir Ternan siglingina á leið 60.
Ternan siglir sambært galdandi ferðaætlan á leið 60.
Jósup røkir leið 90 eftir galdandi ferðaætlan, Jósup hevur loyvi til at føra 88 ferðandi.
Sam ger farmatúr týs- og hósdagar kl.11:15 úr Havn og 12:15 úr Nólsoy.
Arbeiði tekur væntandi uml. 2-3 vikur, sostatt verður miðjað eftir at hava Teistan í sigling aftur mánadagin 20.09.2019.
Ferðandi ella fyritøkur sum hava spurningar hesum viðvíkjandi kunnu venda sær til Samferðsludeildina hjá SSL á t-post ssl@ssl.fo ella á telefon +298 343030
47 views0 comments