Tað nýggja lugarið


Hesin skúrurin skal hýsa parti av manningini á Teistanum.


Í nøkur ár hevur Strandferðslan leigað eini hús í Skopun til part av manningina á Teistanum at búgva í. Hetta hevur verið neyðugt, tí við verandi manningatalið eru ikki umstøður hjá øllum at sova umborð.


Av tí at húsini, sum Strandferðslan hevur leigað skulu umvælast, hevur verið neyðugt at útvega annan bústað hetta tíðarskeiðið. SSL hevur valt at seta hendan íbúðarvognin upp á Skopunarkai, har ein av manningini kann búgva.


Eftir ætlan verður hetta bara ein fyribilsloysn, til húsini tey hava havt, verða tøk aftur.


129 views