Týsk virðisløn til Sakaris

Skopuningurin Sakaris Stórá hevur fingið virðisløn uppá 10.000 evrur á Berlinale filmsstevnuni.
VFF Talent Highlight Award var latin Sakaris Stórá fyri filmin The Last Paradise On Earth, sum hann hevur gjørt í samstarvi við Jón Hammer.