SUP - hvat er tað?

Í dag lýsa Sandoyar kunningarstova og Útilív við SUP tiltaki, sum verður á Sandi tann 10. august.
Men hvat er SUP?
SUP er stytting fyri Stand Up Paddleboarding.
SUP er nær skilt við surfing, og hevur eins og surfing sín uppruna á Hawai oyggjunum, har surf-instruktørarnir, tá teir høvdu størri bólkar, stóðu á brettinum við ár í hond, so teir skjótt og nemt kundu flyta seg millum luttakararnar.
Soleiðis bleiv hesin hátturin at nýta surf-bretti til eina sjálvstøðuga "ítróttargrein" sum nú verður nevnd SUP.
Áhugin fyri SUP er skjótt vaksandi um allan heimin, tí mótsett surfing og vind-surfing, krevur SUP ikki nógv pláss og brúk er hvørki fyri aldum ella vindi.
76 views0 comments