Sum at vinna Tour de France - grulvandi


Tað var ein hugnalig løta, tá Veltan í kvøld hevði opið hús í hølunum á Mørkini Miklu, har høvi var at heilsa uppá vinnararnar av Emblu heiðurslønini.


"Grøna Oyggin" er felagsheitið, sum bleiv brúkt til innstillingina. Tað eru Veltan, Uttastovu- og Miðstovugarður.


Væl av fólki var komið at heilsa uppá og hoyra tey, sum vóru í Reykjavík og tóku ímóti heiðurslønini, greiða frá túrinum og upplivingini, at verða rópt upp sum vinnarar.


Frammanundan høvdu tey heilsa uppá hini, sum eisini vóru í uppskoti til somu heiðursløn. Stórframleiðarar og serfrøðingar, hvør á sínum øki. Tað var tí ikki sørt, at umboðini fyri "Grønu Oynna" kendu seg bæði lítil og bygdaslig í hesum fína selskapinum.


Kenslan var tí bæði undarlig og veruleikafjar tá tað av pallinum bleiv kunngjørt, at vinnarin var "Grøna Oyggin."


Grundgevingin, at lata heiðurin til "Grønu Oynna" var millum annað hugskotið, sum alt byggir á. At tað er eitt breitt samstarv við fjølbroyttari dygdarframleiðslu.


Fólkini aftanfyri "Grønu Oynna" hava kortini ikki mist jørðforbindilsi, tí sum ein tók til "hetta var sum at vinna Tour de France og koma grulvandi um málstrikuna."




399 views