Stuttligt familjutiltak verður í Skopun hósdagin

Hósdagin 18. juli frá kl. 14 – 19 verður summarhugni í Skopun fyri ung sum gomul.
Tað eru vinnufyritøkur og einstaklingar í Skopun, ið standa aftanfyri tiltakið, sum Kunningarstovan hevur samskipað.
Tiltøkini vera á økinum millum Grótvirkið og Á-Handilin.
Føroya Grótvirki hevur opið hús, har tú kanst sniðgeva og tilevna títt egna heiðursmerki. Heiðursmerkið fært tú sjálvandi við tær heim.
Elding kemur suður at vísa gas-grillir framm, og eisini verður møguleiki at smakka okkurt á grillini.
Irdi og Jóna borðreiða við fisk & kips í heimsklassa, og tú kanst eisini keypa poppkorn frá teimum.
Dartfelagið Team Sandoy skipar fyri dartkapping fyri bæði vaksin og børn.
Fitnesshøllin hevur opið hús og skipar fyri barnavinarligari stafett á økinum.
Bæði brandbilurin og ambulansan verða víst framm á økinum. Nú kunnu tey smáu spyrja so nógv tey orka um hvat bilarnir duga og kanna hvønn krók.
Hoppiborgir verða á økinum - MTF bjóðar. Á-handilin bjóðar kaffi, cola v.m.
Spøl og undirhald eru ókeypis, og matur verður til keyps.