Stjóri til Mat & Moldmentanarháskúlan


Barnsburðarfarloyvi avloysari: Stjóri til Mat & Moldmentanarháskúlan


Mat & Moldmentanarháskúlin leitar eftir avloysara til stjórastarvið, nú stjórin fer í barnsburðarfarloyvi. Vit leita eftir tær sum vil byggja upp, virðir náttúruna, finnur loysnir, savnar og gongur á odda, eisini tá lendið er ókent og avbjóðandi. Í fimm mánaðar hava vit brúk fyri barsilsavloysara fyri stjóran. Mat & Moldmentanarháskúlin skal byrja sítt næsta hálvár nú, og barsilsavloysarin fær tí hetta gylta høvið at laða sjálva grundina saman við okkum, sum standa aftan fyri teg og saman við tær: starvsfólk, stýrið fyri skúlan og umhvørvið, hann er sprottin úr.

Háskúlin hevur náttúru, matsjálvbjargni, matlist, útilív, velting, umhvørvi, djóra - og veiðikunnleika, samfelagsmedvit og føroyska mentan sum evnisøki. Vit ynskja ein skúla, har næmingarnir læra at gagnnýta landið við umhugsni.


Vit vænta, at tú átekur tær høvuðsleiklutin í at mynda og leiða skúlan. Og at tú hevur:

- Førleikar, so tú kann undirvísa eins og leggja undirvísing til rættis fyri onnur.

- Innlit í landbúnað, matgerð ella aðra gagnnýtslu av náttúru og vøkstri

- Umhvørvis - og samfelagsmedvit

- Møguleika at vera á staðnum og til taks hjá næmingum og undirvísarum.

- Hug og hegni at samstarva við nærumhvørvið, og til at skapa samstarvsanda millum

næmingar og starvsfólk.


Setanartreytir:

Starvið er tíðaravmarka fulltíðarstarv, lønt eins og størv á samsvarandi skúlum. Ynskiligt er, at byrjað verður sum skjótast, seinast 1. mars. Setanin er fram til 31. juli.


Umsóknir kunnu í seinasta lagi 10. februar á middegi sendast til:


Forkvinnuna í stýrinum fyri Mat & Moldmentanarháskúlan

Katrin Petersen á

katrin@veltan.fo


Hevur tú spurningar til starvið ert tú hjartaliga vælkomin at ringja til Katrina á telfon 221953.