Steintór og Rakul Ró á listasavninum



Hugnaløta fyri alla familjuna verður á listasavninum á Sandi, hóskvøldið 3.desember kl. 19.30. við Rakul Ró og Steintór Rasmussen.


Tað eru jól. Vakrir dreymar. Lívið er ein dýrgripur. Tað kundi verið eg. Sig tað við orðum og myndum. Ella við gittara og sangi.


Steintór Rasmussen leggur fram sínar nýggjastu barnabøkur. Lokið verður sjálvandi tikið av Sangskríninum og Søgunáminum.


Og saman við Rakul Ró, fer kendi frændin at undirhalda við upplestri og jólaligum sangi.

Eisini verða stundir at steðga á við krimirøðina; Deyðin fer í bindiklubb, hjá sama høvunda.

Ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin!

18 views0 comments