Starvsvenjing í Veltuni


Veltan hevur í hesum døgum - tað er í hesi vikuni og næstu - fingið ein skúlanæming í starvsvenjing.


Tað er Erla Sandoy á Lofti, sum til dagligt gongur í 9. flokki í Hoyvíkar skúla, sum hevur valt at fara í starvsvenjing í Veltuni.


Í Veltuni er altíð ovmikið at gera. Tað er Nanna H. Bjarnarson, sum til dagligt tekur sær av arbeiðinum í Veltuni, og hesar dagarnar hevur hon eisini verið vegleiðari hjá Erlu.


Tær hava røktað planturnar í tunnlinum og sett nýggjar plantur at forspíra. Tær hava pakkað ordrar til matstovurnar norðanfjørðs, og nakað at koyra til sølu í handlum og til sølukassarnar hjá Veltuni.


Arbeiði at gera veltuna klára til í vár er longu byrjað, og tann grøðin, sum enn stendur úti skal hava vind-verju, so har er nokk at takast við.


Vanliga verður ferðast runt landið at selja grønmeti, men seinastu tíðina hevur veðrið verið so ólagaligt, at ongin slíkur túrur er gjørdur síðan áðrenn jól.


Í dag hava tær báðar verið og tikið grønmeti upp til ein sølutúr av oynni.


Spurd hvat henni dámar arbeiði í Veltuni, sigur hon: "Tað er stuttligt."



Sandoyartíðindi á sa2.fo





477 views