Standa framvegis á 16 stigum


Í dag bleiv dysturin í 16. umfari í landskappingini leiktur móti Víkingi á vøllinum í Sarpugerði.


Úrslitið bleiv 2-1 til Víking.


Undan dystinum lá B71 á 6. plássi við 16 stigum, meðan Víkingur lá á 2. plássi við 30 stigum.


Eftir dystin í dag liggur B71 á 7. plássi, framvegis við 16 stigum.


Næsti dysturin hjá B71 er sambært leikskránni móti 07 Vestur á heimavølli tann 4. august.

0 views