Stórur floti á Sandsvatni í dag


Tað var síðsta summar, at Poul á Klettum útvegaði sær 20 kajakkir, at rógva við á Sandsvatni.


Langt var liðið á summari áðrenn tær komu, so tað bleiv ikki til tað nógva virksemi í fjør.


Undirtøkan í ár hevur verið heilt hampulig. Serliga eru tað ferðafólk, ið vitja oynna, sum hava hug at royna seg í kajakk á Sandsvatni.


Tá vit komu framvið í dag var Petur Allan í ferð við at senda dagsins triðja bólk avstað - við grundigari trygdarvegleiðing. Hetta var eisini størsti bólkurin í dag - 10 kajakkir.


Petur Allan sigur, at hesar kajakkirnar eru styttri og breiðari enn hav-kajakkirnar, og tær kajakkirnar, ið verða brúktar til kappróður. Tær eru bygdar til fólk, sum ikki eru royndir kajakk-rógvarar og enn er ongin, sum hevur leigað kajakk á Sandsvatni, koppaður, leggur hann afturat.


Kajakkirnar kunnu leigast her.





64 views