Sprongdu fyri Dalstunnlinum


Stutt eftir klokkan hálvgum eitt í dag bleiv sprongt fyri Dalstunnlinum. Tað er vegurin til sjálvan tunnilsmunnan, sum verður gjørdur.


Arbeiði byrjaði tann 16. mai, tá Heðin Mortensen samferðslumálaráðharri, loysti fyrsta flagið til tunnilin. Stutt aftaná fóru tær stóru maskinurnar í gongd við at fáa moldina omanav. Hetta var góð jørð, so her var nógv mold.


Aftaná summarfrítíðina byrjaði borðiarbeiðið og í dag bleiv sprongt.


Eftir ætlan kemur arbeiðið at byggja tunnilin at taka fýra ár. Teir 180.000 rúmmetrarnir av gróti, sum koma úr tunnlinum skulu brúkast til at breiðka og nútímansgera vegirnar eystanfyri Líðarenda.





72 views