Sonn matgleði á háskúlanum

Einki eitur at svitsa ella brasa, men hvat er at braisera? Hvussu sukursalta vit? Hvat ger man við fenniku ella toskarogn? Hvussu samanseta vit eina matarskrá? Og nær er búffurin medium rare? Tað kann verða trupult at finna íblástur til gerandisdøgurðan. Hvar kunnu vit leita?
Á hesum skeiðnum fer Gutti Winther at læra okkum at taka tey góðu valini í køkinum. Vit fara at læra grundleggjandi tilgerðir í matgerðini. Ætlanin við skeiðnum er, at heimakokkarnir skulu verða teir hvassastu knívarnir í skuffuni eftir einari viku á landbúnaðaroynni.
Hetta skeiðið er til tín, sum vil læra at gera mat uttan uppskriftir. Til tín, sum vil menna tínar førleikar at samanseta rávørur til ein góðan rætt, og ymiskar rættir til eina samanhangandi matskrá. Og til tín, sum vil gera matgerðina stuttligari, fríari og meira spennandi.
Vit fara m.a. at:
Læra um grundleggjandi tilgerðir
Læra um rávørur
Læra um at samanseta matarskráir
Læra at taka árstíðirnar inn í køkin
Fáa íblástur
Fáa ymisk hent ráð og snildir
Og so sjálvandi at gera mat og at eta mat
Lærari: Gutti Winther
Dato: 9. - 13. mars 2020
Tíðspunkt: Skúladagarnir eru frá 9 - 16. Fyrsta skeiðsdagin byrja vit tó ikki fyrr enn kl 10.30, og fríggjadag hava vit frí kl 14.00. Les meira um gerandisdagin á háskúlanum á síðuni ‘Um skúlan’
Støði: Grundskeið
Longd: Fimm dagar
Næmingatal: Í mesta lagi 16
Upptøkutreytir: Ongar. Øll vaksin eru vælkomin.
Prísur: 1500 kr (við í prísinum er skeiðsluttøka og vistarhald. Les um vistarhald á Mat & Moldmentanarháskúlanum her).
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tilmelding@moldmentan.fo.