So er fyrsta flagið loyst


Nógv fólk var komið saman í Húsavík í dag, nú hakin varð settur í til stóru verkætlanina at byggja Dalstunnilin.


Tað var Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum loysti fyrsta flagið.


Eftir ætlan skal tunnilin verða liðugur um fýra ár, men um játtan fæst, og sambært landstýrismanninum er tað ikki óhugsandi, kann arbeiðið gerast uppá tvey ár.


0 views