Skráin fyri seinsummardagarnar á Sandi er komin


Tað er Sands kommuna sum skipar fyri døgunum.


Nøkur av tiltøkunum verða á økinum við Ljósafløtt. M.a. tann stóra konsertin leygarkvøldið, sølutorgið og hoppiborgirnar.


Mat & Moldmentanarháskúlin og Veltan hava opið hús á Mørkini Miklu, og aðrastaðni í bygdini vera eisini tiltøk. Niðri á Hamri verður bál og felagssangur fríggjakvøldið.


Søvnini hava opið, konsert verður í kirkjuni, gongutúrur verður við frásøgumanni og í Virkinum vera eisini fleiri tiltøk.





56 views