Skopuningur í Smiðjuni


Í hesum døgum er listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvik í Havn.


Tað er skopuningurin Poul Hentze - ella Poul í Gørðum, sum hann verður nevndur í heimbygdini, ið synir fram.


Á framsýningini eru 45 verk, Talan er um 22 akrylmálningar, 12 vatnlitsmyndir og 11 pastellir.


Stílurin er abstraktur, men flestu motivini eru úr føroysku náttúruni og føroyskum bygdaløgum.


Poul hevur fingist við myndlist helt frá barni av. Fyrsta framsýning hansara var á eini Sandoyarstevnu í Húsavík fyri meir enn 30 árum síðani.


Hetta er fjórðu ferð Poul hevur framsýning í Smiðjuni. Framsýningin er opin til týsdagin.


Sunnudagin er opið frá kl. 11.00 til kl. 16.00.

Mánadagin og Týsdagin er opið frá kl. 15.00 til 19.00.



Sandoyartíðindi á sa2.fo







77 views