Skúrarnir verða nú koyrdir til Skopunar


Arbeiði at byggja "Tunnilsbýlingin" í Skopun er byrja.


Í allan dag hava trailarar koyrt millum Sand og Skopun. Teir hava flutt skúrarnar, sum farmaskipið Svartfoss uppskipaði á Sandi í gjár, til Skopunar.


Skúrarnir verða setttir upp á økinum, har Skopun Kamping hevur hildið til. Tað hevur verið nakað av fyrireiking at gera økið klárt. Millum annað eru fundamentir stoypt og kloakkskipan er gjørd. Tað er fyritøkan MTF v/Friðfinn Nicolajsen, sum hevur gjørt hetta arbeiði.



0 views