Skúlin eigur at rúma øllum



Her í 2019 kunnu vit staðfesta, at fólkaskúlin rúmar ikki øllum. Hetta hóast, at fólkaskúlalógin sigur, at fólkaskúlin skal rúma øllum næmingum. Serliga á teimum smærru plássunum í Føroyum er ikki rúm fyri næmingum sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum. Talan kann vera um innlæringartrupuleikar, ADHD, næmingar sum eru av øðrum etniskum uppruna o.s.fr.

Millum næmingarnar í einum minni skúla í Føroyum er altíð onkur sum hevur avbjóðingar t.d. við innlæring. Fólkaskúlalógin sigur, at viðkomandi næmingur skal fáa møguleikan fyri undirvísing, men er tann møguleikin til staðar? Fólkaskúlalógin sigur í kapitli 1: - Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini. Stk. 2. Fólkaskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúp-hugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.

Tað sum serliga er at geva gætur er møguleikin hjá næmingum við avbjóðingum er, at Fólkaskúlalógin sigur, at næmingarnir skulu kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug at læra, men sleppa teir nú altíð tað? Svarið er NEI! Og hetta má og skal broytast NÚ!

Tað sum eg vil virka fyri er, at hesir næmingar verða loftaðir og mentir soleiðis, at tey hava hugin at lesa og læra víðari, og ikki steðga upp í menningini, tí einki tilboð er til tey. Næmingar við serligum avbjóðingum mugu loftast frá fyrsta degi í fyrsta flokki í fólkaskúlanum, so tey verða førleikament til at taka við innlæring, og harvið seinni verða grýtuklár at fara undir miðnám og hægri lestur ella handverkaraútbúgving seinni í lívinum. Tað mugu fleiri lærarar til, tí sum er røkkur tíðin ikki til hjá lærarunum eisini at taka sær av næmingunum, ið hava avbjóðingar.

Skúlarnir hava sum er heilsusystrar í starvi, men tørvur er eisini á sálarfrøðingum. Hetta kundi lætt um byrðina hjá skúlanum, so næmingar við avbjóðingum kundu fingið ta hjálp sum krevst til at vinna seg inn á ta mennandi slóðina. Tað hevur nógv at siga fyri ein næming sum stríðist í gerandisdegnum at kunna seta orð á trupuleikar, og kunnu verða hoyrdur uttan, at ein vaksin leggur orð í munnin á næminginum. Tilboð um sálarfrøði til allar næmingar má eisini koma á breddan skjótast møguligt. Hví skal ein næmingur diagnosterast við einum heilum bókstavaraði áðrenn hann fær hjálp? Tað eigur at vera nóg mikið at næmingurin rópar um hjálp, og fær tað hjálp sum krevst skjótast møguligt.

Á Glasir er eitt tilboð um logopedi. Logopedi er læran um diagnostisering og viðger av mál-, talu- og lesitrupulleikum. Logopediska tænastan á Glasi fæst m.a. við at screena allar næmingar fyri orð- og talblindni og at veita næmingum hjálp og vegleiðing, so læringin og skúlagongdin verður so lítið darvaði av eitt nú orðblindni. Sum er eru tað bara tvey starvsfólk til teir umleið 1.500 næmingarnar sum ganga á Glasir, og tað er burtur úr vón og viti. Tað áttu at verið ikki færri enn 10 starvsfólk til logopediina á Glasir. Hesi bæði starvsfólkini screena øll umleið 1.500, og givið er, at tað er eitt alt ov stórt tal av næmingum til bara tvey starvsfólk. Hetta má eisini bøtast um skjótast møguligt.

Fái eg møguleikan fari eg at virka fyri, at hesi sera grundleggjandi og týdningarmiklu viðurskifti koma í rætt lag beinavegin.

Jóna J-H. Nicolajsen, valevni hjá Miðflokkinum