Skúla OL fyri 10. ferð

10. árið á rað bleiv skúla OL hildið á Sandi.
Týsmorgunin vóru afturvendandi OL-dagarnir hjá Sands skúla settir á Ljósafløtti. Gingið var í skrúðgongu út á Ljósafløtt, har ymiskar framførslur vóru og Kjartan Hentze helt setanarrøðuna. Mánadagin høvdu næmingarnir brúkt til fyrireikingar, gjørt fløgg, skrivað røðu og annað.
Týsdagin og mikudagin bleiv kappast Niðri á Sand. Skráin hevur verið tann sama øll árini. Tað verður kappast í fimm ymiskum ítróttargreinum í tveimum aldursbólkum.
Næmingarnir í fyrsta, øðrum og triðja flokki kappast sínamillum, og tey í fjórða og fimta flokki kappast sínamillum.
Kappast varð í 100 m renning, longdarlopi, trýstøkk, forðarenning og spjótkasti.
Dagarnir endaðu við at nøvnini á bestu íðkarunum í hvørji ítróttargrein og hvørjum aldursbólki vóru lisin upp.