Skálvíkingar gera klárt til stevnu

Í Skálavík eru fyrireikingarnar til sandoyarstevnuna nú í hæddini.
Hóast stevnan ikki verður sett fyrr enn leygardagin, so byrjaði stevnuskráin í kvøld, við musikk-café á Mølini.
Í annaðkvøld verða fleiri tiltøk við tónleiki. Á hotellinum spælir Signar í Homrum, á Mølini verður Sámal Ravnsfjall at hoyra og seinni verður túnadansur. Í kvøld rokaðust skálvíkingar við at seta teltið upp, har túnadansurin verður í annaðkvøld.
48 views0 comments