Sjálvandi skal peningur setast av til vegin í Líðini



Góði Linjohn.

Ja, valúrslitið lagaði seg soleiðis, at eg eri einasta umboð á Tingi, ið eri búsitandi á Sandoynni. Í sær sjálvum er hetta eitt mál sum vit eiga at taka lógvatak at fáa broytt aftur, so at Sandoyggin aftur fær tryggjaða umboðan á Tingi, við at fáa valdømini innaftur.


Vit eru í samgonguni í holt við at leggja eina langtíðar íløguætlan, og skal sjálvandi peningur setast av til vegin í Líðini.


At brúk verður fyri 3 ferðir 30 mió kr er kanska at taka í dýran til.

Landsverk hevur latið úr hondum Samferðsluætlan fyri 2018-30.

Í hesi ætlan verður víst á tvinnar loysnir fyri Líðina.


Fyrsta loysnin er at breiðka verandi veg til tvær farbreytir, og tryggja vegin ímóti omanlopi. Hendan loysnin verður mett at kosta 25-35 mió kr.


Onnur loysnin er at breiðka verandi veg til tvær farbreytir, og gera ein tunnil so tað slepst undan vegateininum um Líðarenda. Hendan loysnin verður mett at kosta 290-357 mió kr.

Útfrá kostnaðarmuninum er greitt, at skal nakað henda í nærmastu framtíð, er tað vegaloysnin ið liggur fremri enn tunnilsloysnin. Landsverk mælir somuleiðis til vegaloysnina.


Spell er, at hesin trupulleiki ikki hevur fingið nakra raðfesting higartil, men givið er at í 2023 má verða skipað soleiðis fyri, at trailarar og bussar ótarnaðir kunnu koyra framvið hvør øðrum á hesum vegateini.


Tí arbeiði eg við at fáa fyrstu játtanina ið skal til hetta projektið uppá fíggjarætlanina fyri 2021.

Livst so spyrst.


Virðingarmest


Brandur Sandoy, Tingmaður Fólkafloksins

49 views