Sildbera-kaiin fór í briminum



Sildbera-kaiin bleiv bygd seinnapartin í trýssunum og hevur navnið eftir gamla Sildberanum hjá strandferðsluni.


Strandafaraskipini vóru javan á víkini við farmi, sum bleiv lossaður í árabátar og førdur til lands, men eftir at hesin fyrsti bryggjukanturin var gjørdur, bleiv sjáldan lossað á víkini. Sildberin, sum tá røkti farmasiglingina til Húsavíkar, kundi leggja at, um líkindini vóru til tað. Harav kemur navnið Sildbera-kaiin.


Sildbera-kaiin var ikki tað einasta.


Vegurin, sum nú eitur Sjógøta, er illa farin í fleiri støðum. Brimið hevur máað so nógv av bakkanum undir vegnum, at hann neyvan tolir nakra tunga ferðslu sum nú er, og longur suðuri - við Skipabakka - hevur brimið tikið ein part av vegnum, so har er ikki koyrandi.


Bakkaverjan við gróthúsini á Tumbakka hevur veruliga staði sína roynd, men er so illa farin, at nógvastaðni er alt máað undan henni, men gróthusini, sum eru eitt eyðkenni fyri Húsavík, hava kortini ongan skaða fingið.


Brimið, sum var í Húsavík leygardagin, var tað ringasta, sum nakar veit um at siga.



Fleiri myndir.







0 views