Sigurin var ongantíð eitt ivamál



Triðja umfar í 1.deild hjá monnum bleiv leikt í gjár.


B71 spældi í Fjalsdali móti AB og úrslitið bleiv 2-0 til B71


B71 liggur í løtuni á 2. plássi í landskappingini við 5 stigum fyri tríggjar dystir.


Næsti dysturin hjá B71 er sambært leikskránni móti B36 á úvølli tann 30. mai.

Um dystin skrivar heimasiðan hjá B71:


Hóast dysturin endaði 2-0, so kundu vit havt vunnið við eini fýra, fimm málum, um okkara menn tóku av stóru møguleikunum.


Í 2016 mátti B71 tað tungu leið niður í 2. deild at leika og ikki fyri fyrstu ferð í nýggjaru tíð. Hettar var ein dyggur smeitur, men tveir vóru mátarnir vit kundu síggja uppá uppgávuna. Antin kundu vit lata ráðaloysi ráða og spakuliga latið besta mansliðið og harvið ein stórur týðandi part av felagsskapinum og virksemi felagsins farið fyri skeyti, ella kundu vit bretta upp um armar og fara til verka. Seinasta stóra og góða trekkið nevndin tað árið gjørdi áðrenn øll løgdu frá sær, var at seta seg í samband við fyrrverandi B71 leikara Bakary Bojang og fáa hann at koma aftur til B71, hesuferð sum høvuðsungdómsvenjari. Bakary tók uppgávuna upp á seg, men av tí at hann brendi líka nógv fyri sjálvur at spæla fótbólt og tí bæði hann og nýtilkomna nevndin, vald á aðalfundi árið eftir, innsóu at besta mansliðið uppá nógvar mátar eru ein drívmegi í felagnum, so gjørdi hann av at hjálpa til har eisini og bæði vandi og spældi við har.

Árið í 2. deild í 2017 var harafturat síðstu ferð, áðrenn dagin í gjár, at besta liðið hevði leikt ein dyst ímóti AB. Vit fóru aftur til hendan dystin leygardagin 09.09.2017 at vita hvussu liðið sá út og hvat støðan gjørdist.


Byrjunaruppstilling í 2017: Terji Brynjarsson (málmaður), Jóhan Hendrik Lydersen, Hákun Dalsgaard, Eirikur Jacobsen, Mads Hentze, Markus Clementsen, Gunnar Lydersen, Símin Hansen, Bjørgfinnur Winther, Bakary Bojang, Rani Nicolajsen. Eyka: Waldemar Nowicki (málmaður), Jógvan Drangberg, Bogi Petersen, Eirikur Jensen, Karl Fríði Vestergaard.

Við fyrsta eygnakast, so gerast beinanvegin fleiri ting greið.


- Liðið er stórliga broytt hesi trý árini, men nakrir fastir fúsar ganga aftur. Aðrir hava antin sett skógvarnar á hillina ella leika teir aðrastaðni á øðrum støðið í løtuni.


- Fyriuttan Bakary og sjálvsagt polska føroyingin Waldemar, so eru allir leikarar úr Sandoynni, við undantak av Terja Brynjarssyni og Eiriki Jacobsen.


- Minnist meg rætt, so vóru ikki nógv fleiri enn akkurát hesir, ið standa á dómaraseðilinum, aktivir í hópinum hettar árið.

Sammetur man við liðið í dag, so kann staðfestast at nógv vatn er runnið í ánna síðani. Nógvar avgerðir eru tiknar, bæði góðar og ringar, og nógvir upp og niðurtúrar hava verið. Somuleiðis skal man vænta at nógv fer framyvir at henda, ið tíverri ikki bert verða føgur og góð, men so er spurningurin hvussu man velur at grípa uppgávuna an.


Í dag eru nógvir ungir mans í breiða hópinum hjá B71. Tað er kapping um plássini og teir yngstu og óroyndastu mugu berjast fyri at koma í betraktning og fáa minuttir, akkurát soleiðis sum tað eigur at vera á einum fótbóltsliðið, ið koyrir væl, tí í løtuni, so skerst tað ikki burtur at tað koyrir væl.


Hinvegin skal man ikki seta seg afturá og halda at málið er rokkið, tí enn hava vit ikki rokkið nakað sum helst. Vit eru enn í 1. deild, har vit bert ynskja at búgva til leigu. Málið er at keypa grundstykki í bestu deildini og so ongantíð í lívinum lata tað frá okkum aftur. Hús skal byggjast á og vit skulu seta búgv.


Fara vit nú og halda at aldan tí lánsmøguleikarnir eru nógvir og eginfíggingin er góð, so standa vit sum lundi sligin á nevi, tá umstøðurnar knappliga broytast og vit standa uttan bæði lán, arbeiði og hús. Hettar kann alt henda og tað kann henda skjótt.


Hví alt hettar afturlitið áðrenn dystarfrásøgnin nakrantíð hevur nevnt eitt einasta ting úr dystinum í gjár, siga tit? Tí vit nærkast. Og tá man nærkast, so er vandi fyri at man slakkar av, eins og vit gjørdu tað í 2. hálvleiki í dystinum í gjár. Sigurin var fantastiskur, men vóru vit stinnari, so vunnu vit við nógv fleiri málum og vóru vit óhepnir, so vóru tað eisini støður har AB kundi havt minkað um munin og møguliga javnað. Hettar hendi tíbetur ikki, men tað skal takast í álvara, at man syrgir fyri at avgreiða øll ivamál tá vit hava yvirvág og at vit hinvegin spenna okkum út og verja manniliga tá vit møta liðum á døgum har onki riggar.


Tá alt hettar so er sagt, so var tað, sum áður nevnt, ein harrans lætti at vinna aftur og framyvir so minnast vit bert dystin jaliga, tí vit hava verið ígjøgnum nógv og komin langt. Men minnist til hvar vit hava verið og hvar vit ætla okkum. So fer tað at eydnast hjá okkum í seinasta enda.

Dysturin

"A story of two halves" plaga eingilskmenn at taka til tá hálvleikirnir eru skiftandi. Soleiðis var tað eisini í gjár. 1. hálvleikur var rótutur og nógv gúpparí. Ikki so forferdiliga nógv at siga um fyrra hálvleik annað enn fyrsta málið, ið bleiv skorað í 15. minutti. AB hevur bóltin á teirra egna sekstan meturi og verjuleikari í vinstru síðu leggur bóltin yvir til einsamalla verjuleikaran mitt fyri. Clayton sær møguleikan og leggur eftir bóltinum, verjuleikarin fer møguliga eitt sindur í panikk og temur bóltin illani og Clayton fær lirkað bóltin frá honum. Bólturin trillar yvir ímóti baklinjuni og málmaðurin rennur um kapp við brasiliumannin at náa bóltin ella verja mál. Clayton er tó fyrr og smekkar til, vinkulin er spískur, men bólturin fer í gloppið millum málmann og stong og so er 1-0 til B71.


B71 hevur einkultar stórar møguleikar í fyrra hálvleiki afturat, men hálvleiksstøðan er so 1-0.

Í øðrum hálvleiki hava vit eitt hav av møguleikum og spælið flýtir betur enn áður. AB hevur einkultar vandastøður, ið á einum hepnari deg saktans kundu givið úrslit, men Jóhan Herálvur Hentze í málinum og verjuleikararnir lova teimum ongantíð ordiliga framat. Ístaðin brenna bæði Tijani, Kristian og Klayver stórar møguleikar í álopum, sum teir tó sjálvir vóru við til at byggja upp, meðan fleiri aðrir fáa hálvar møguleikar, ið, aftur, kundu blivið til meira um vit vóru hepnari.


Eitt mál kemur tó nokkso skjótt í 2. hálvleiki. Í 56 minutti hevur AB bóltin í teirru høgru síðu, men Áki Hentze vinnur bóltin frá AB leikaranum miðskeiðis millum málið og hálvuna, hann spælir bóltin beint frameftir til Klayver, ið var komin fram við frammanundan, ið leggur hann hegnisliga av inn í sekstanmeturin, bein í rennibanan hjá Áka, ið kemur við fullari ferð og bombar bóltin forbí málmannin og í netið. 2-0!


Dysturin var ikki so ógvusliga spældur og dómararnir greiddu setningin øgiliga væl hendan dagin, men eina lítla periodu í seinna hálvleiki gerast leikararnir tó ov heitir á báðum síðum. B71 fær tíbetur hildið sinnalagnum, men AB eru ikki líka ansnir. Í 66. minutti missir liðskiparin Gert Drangastein tamarhaldið á eini takling, har hann lyftir beinið ov høgt við knobbunum fremst. Ivaleyst var tað í gáloysni, men hettar er sera vandamikið og lógin sigur at úrslitið er eittans og tað er útvísing.


Sigurin var ongantíð í vanda og hóast nógvir kundu komið á máltalvuna í gjár, so komu ikki fleiri mál enn hesi bæði áður nevndu og dysturin endar við einum uppibornum 2-0 sigri til B71.

Á uppflytingarplássið fyri fyrstu ferð í nógv ár

B71 flutti upp úr 2. deild í 2017, men burtursæð frá hesum, so er tað sjáldan at vit hava ligið til nakra uppflyting, óansæð um talan er um tíðliga ella seint í árinum. Givið er at bert tríggir dystir eru leiktir higartil og minst tvey lið kunnu yvirhálað okkum í dag, um teirra dystir enda við sigri, men vit nýta løtuna meðan vit hava hana. Vit hava tosað nógv um at taka av møguleikanum og arbeiða hart fyri sakini, hóast man frammanundan hevur arbeitt hart og givið nógv, men man skal samstundis minnast til at nýta tær góðu løturnar. Sigrarnir, rómin rundanum vøllin, smíl og flenn, ryggjaklapp og klemm, tey sum man nú einaferð fær nú koronasóttin ger hettar torført. Alt hettar er orsøkin til at vit yvirhøvur tímað at fáast við ítrótt. Tey góðu úrslitini eru partur av tí, men tað er felagsskapurin og menningin av børnum, ungum og vaksnum í samfelagnum, ið er størra og týdningarmiklara endamálið.


Alt hongur saman og hvør liður hevur sín týdning í at bera allan B71 felagsskapin fram á mál, ið eg kann avdúkað vit ongantíð koma til. Málið er at B71 heldur á fram við sínum virksemi í allar ævir og sum vit øll vita, so eru allar ævir ein øgiliga long tíð.


Drívið á B71!





57 views