Serlækni í almennum medisini



Landssjúkrahúsið á FB: Jeaneth Løkjá er júst vorðin liðug við 4 ½ ára serlæknaútbúgving í almennum medisini, sum hon hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.


Jeaneth Løkjá hevur ávikavist verið í viðtaluni hjá Jónu Hansen, sum tá var í Miðlon, hjá Sten Larsen, somuleiðis í Suðurstreymoyar læknadømi og nú seinasta árið hevur hon verið hjá Djóna Joensen, kommunulækna í Vestmanna læknadømi.


Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.


Les meira her.


Myndin er av FB síðuni hjá Landssjúkrahúsinum.

40 views0 comments