Seinsummardagar


Seinsummardagar verða hildnir á Sandi hetta vikuskifti.


Seinsummardagarnir hava verið eitt afturvendandi tiltak nú í nøkur ár, og í ár er skráin drúgvari enn nakrandtíð fyrr.


Byrjað varð í gjárkvøldið við skotskum bókaupplestri og tónleiki á Listasavninum og við kafékvøldi í Virkinum.


Skráin í dag byrjaði við morgunmati á Kommunuskrivstovuni, og søvn og onnur støð lótu upp. Á middegi var bygdatúrur eftir Kirkjugøtuni og niðri á Hamri, har Evald Sólvitsson greiddi frá um handilsvirksemi og fiskavirking á Sandi, frá tí at fyrstu úthandlarnir komu í bygdini og eini 100 ár fram.


Á Ljósafløtti og Mørkini Miklu var nógv ymiskt á skránni. Háskúlin og Veltan høvdu opið hús har heilt fitt av fólki vitjaði. Uttanfyri kommunuskrivstovuna "borðreiddu" Gutti Winther og hansara fólk við bankatoski frá Sandshavinum.


Fyri børnini var eisini ymiskt á skránni. Hoppiborgir á Ljósafløtti og øll tilbúgvingarakførini í bygdini vóru eisini víst fram.


Í kvøld er tann stóra konsertin í tjaldinum, har fleiri av okkara navnframastu tónleikarum syngja og spæla.



0 views