Seinasta musikk-cafe'in í summar

Hóskvøldið 8. august verður seinasta musikk-café'in á Mølini.
Café'in á Mølini hevur, síðan hon lat upp síðsta summar, havt musikk-café hvørt hóskvøld. Eyðstein og Poul Jákup hava spælt á harmoniku og fiól, og undirtøkan hevur verið stak góð.
Tónleikurin hevur verið blandaður. Dubliners og Evert Taube hava átt sítt fasta pláss í skránni, umframt aðrir sangir, ið fólk flest kenna, og soleiðis verður eisini hóskvøldið.
Tónleikurin byrjar kl. 20.00
278 views0 comments