Seinasta freist er á midnátt í annaðkvøld

2. septembur byrjar virksemið hjá Mat & Moldmentanarháskúlanum av álvara.
Tá byrja fyrstu næmingarnir á Matmentanarskeiðnum, sum hetta fyrsta skeiðið eitur. Matmentanarskeiðið er býtt upp í fleiri styttri skeið og tað ber eisini til at taka eitt ella fleiri av hesum stuttu skeiðunum.
23. august á miðnátt er seinasta freist at melda seg til Matmentanarskeiðið 2019 - enn eru nøkur pláss eftir.
Les meira á www.moldmentan.fo, ella ring 787300 við møguligum spurningum.