Sands kommuna lækkar skattaprosentið



Roknskapurin hjá Sands kommunu fyri 2019, var í kvøld einmælt samtyktur.


Rakstraravlopið hjá Sands kommunu fyri 2019, var 3,847 mió kr, íroknað íløgur.

Munurin millum skuld og ogn kommununar er við árslok 2.691 mió kr.

Nettoskuld kommununar við árslok 2019 er tí komin niður á 0,14 av eini álíkning.

Kommunan hevur goldið 1 mió kr niður av skuld í 2019, og er langtíðarskuldin nú 14,5 mió kr.

Skattaprosentið á Sandi er 20,75%, og valdi kommunan í ár at lækka tað við 0,25%.

Somuleiðis hevur kommunan ein tann hægsta barnafrádráttin í landinum, 8500 kr/barn.

69 views