Sandoyingar til Leeds at royndarvenja



Hóast bara ein B71'ari er nevndur millum leikararnar, sum í næstum fara til Leeds at venja, loyva vit okkum kortini at skriva "sandoyingar."


Orsøkin er at TB'arin Hjartan Krog Sørensen er hálvur sandingur.


Fótbóltsskúlin við Stórá hevur hesa søguna á Facebook:


Fótbóltsskúlin við Stórá til Leeds.

Til ”Fótbóltsskúlan við Stórá” 2019, var Craig Dean, úr enska stórfelagnum Leeds United, høvuðsvenjari. Ì samband við fótbóltsskúlan, skuldi 5 dreingir fáa møguleikan at koma til Leeds at royndarvenja. (Leeds hevur bert dreingjaakademi).

Eftir fótbóltsskúlan valdi Craig so hesar dreingirnar:

Andreas Midjord – TB Suni Herman Joensson Petersen – B71 Olivur Thomsen – TB Hjartan Krog Sørensen – TB Emilian Gunleifsson – 07 Vestur

Nú er so tíðin komin, at dreingirnir skula avstað. Farið verður úr Føroyum 14. februar og komið verður heimaftur 24. februar. Umframt at venja, sleppa dreingirnir eisini at hyggja eftir Leeds vs Bristol City, Leeds Academy vs Blackburn Academy, Man U vs Watford.

Fótbóltsskúlin ynskir dreinginum góða eydnu 😊

208 views