Sandoyggin ongan tingmann

Hetta valið bleiv solti fyri Sandoynna.
Valúrslitið lagaði tað soleiðis at onki av valevnunum, sum vóru uppstilla í Sandoynni, blivu vald.
Brandur Sandoy bleiv, við 287 atkvøðum, nummar 11 á fólkaflokslistanum sum fekk 8 tinglimir.
Sámal Hanni Lognberg bleiv, við 183 atkvøðum, nummar 12 á sambandslistanum, sum fekk 7 tinglimir.
Jónleif johannesen bleiv, við 217 atkvøðum, nummar 11 á javnaðarlistanum, sum fekk 7 tinglimir.
Páll á Reynatúgvu bleiv, við 252 atkvøðum, nummar 7 á tjóðveldislistanum, sum fekk 6 tinglimir.
Jóna Nikolajsen bleiv, við 17 atkvøðum, nummar 14 á listanum hjá miðflokkinum, sum fekk 2 tinglimir.
100 views0 comments